Ivamál og svar

At fara frá svartari orku til grøna er eitt tíðarskifti frá gomlum til nýtt. Tí er einki at siga til, at spurningar og ivamál eru. Her eru nakrir spurningar, vit ofta fáa í smbv. jarðhita og boringar.

Hvat um grannin eisini hevur jarðhita? Kunnu holini vera síð um síð?

Saktans. Eitt heilt grannalag kann fáa jarðhita, treytað av, at holini ikki eru tættari enn 20 m frá hvørjum øðrum. 

Hvussu nógv er at spara?

Tað veldst um, hvussu stórar upphæddirnar vóru frammanundan. Men flestu útrokningar vísa, at í miðal sparir tú sera nógv við jarðhita.

Hvussu sær ein hitapumpa út? Larmar hon?

Vanligt er at hava hitapumpuna inni í einum bryggersi. Hon fyllir nakað tað sama sum eitt køliskáp og larmar munandi minni enn eitt nú ein vanligur oljufýrur. 

Hvussu leingi havi eg jarðhita?

Hitapumpur halda í nógv ár, men holið, sum vit bora, er varandi.

Vit hava radiatorar. Kunnu vit tá fáa jarðhita?

Ja, saktans. Har er eingin munur. Teir skulu bara ikki vera undirdimensióneraðir (sum t.d. lítlan radiator framman fyri einum stórum vindeygað).

Vilt tú síggja, hvussu nógv tú kanst spara við jarðhita?

Útfyll upplýsingar um húsini á gastech.dk. So sært tú, hvussu nógv er at spara við jarðhita, og hvussu leingi tað tekur at tjena tað innaftur.