Grøna orkuskiftið førir við sær nógvar nýggjar møguleikar: Eitt nú sólorku, vindorku og – ikki minst her heima – jarðhita. Felags fyri hesi er, at orkan er viðvarandi og góð fyri náttúruna, í og við at hon ikki hevur nakað útlát og ikki verður útvunnin úr náttúruni eins og kol og olja.
Orsøkin til at mong í Føroyum fáa sær jarðhita, er einamest tí at føroyska undirgrundin hóskar seg so ómetaliga væl til júst hetta. Jarðhiti veitir nóg nógva orku til eini heil sethús, og á tann hátt eru tey 100% grøn og umhvørvislig.
Flestu útrokningar vísa, at sammet við vanligan oljufýr sparir tú eini 50% árliga við jarðhita.
Vit hava fleiri ára royndir við grønari orku og at gera boringar til jarðhita. Harumframt eru vit føroysk fyritøka burturav. Tí er styrkin hjá okkum tann, at vit kunnu bora alt árið, og bíðitíðin tískil ikki so long. Hartil kemur, at vit hava maskinurnar og útgerðina: Vit hava tann størsta kompressaran í landinum, ein Atlas Copco, og ein borivogn – Comaccio GEO 600. Í bilheiminum svarar hetta til ein Rolls-Royce, tí hetta er so nógv tann besta útgerðin á marknaðinum.