Mannagongd

Annaðhvørt tú byggir eini nýggj sethús og ynskir jarðhita ella ætlar at skifta oljufýrin út við jarðhitapumpu, so skal eitt hol borast.

Vit bora

Vit bora eitt fýra tumma hol niður á eini 160-300 metrar. Ein slanga við eini bukt í endanum fer niður í holið, og í slanguna fer etanol, blandað við vatni, so at vatnið ikki frystir til. Hetta er ein lukkað skipan, har einki vatn kemur inn ella úr slanguni. Vatnið fer inn í hitapumpuna, og hitin frá holinum verður síðani hitaður víðari til el.

Jarðhitapumpurnar eru nýmótans og sera lættar at nýta. Har er ein skíggi (display), sum fortelur tær alt, ið er at vita. Tú kanst eisini knýta fartelefonina til, og haðani kanst tú sløkkja, tendra, síggja forbrúk og villuboð. Tú fært eisini eina upplæring og vegleiðing í at nýta pumpuna.

Og sjálvandi – er okkurt at spyrja um, ringir tú bara. 

GG!
Vit gera eisini royndarboringar fyri tað almenna so sum ymiskt tunnilsarbeiði. Tá bora vit eitt hol niður í eini 400 metrar, og síðani koyrir Jarðfeingi eina sondu ígjøgnum, har teir taka bíløt í høgari góðsku allan vegin niður. Á henda hátt síggja feløgini, sum bora tunnilin, um staðsetingin av tunli er góð.